3,8 milliónir krónur árliga

Í útvarpinum týsmorgunin segði Heðin Mortensen, for­maður í Kommunala Ar­beiðs­gevarafelagnum, at fyrireikingartíð hevur við sær eina útreiðslu ­fyri kommunurnar upp á nógvar milliónir krónur. Hetta er skeivt. Fyri tveir fyri­reikingartímar um vikuna til ped­a­gogar hjá kommununum er upp­hædd­in 3.876.000 krón­ur.

Í næstan fimm ár hevur Før­oya Ped­a­gog­fel­ag roynt at komið á tal við ar­beiðs­gev­ar­nar um fyrireikingartíðina. Arbeiðsgevararnir vita, at talan ­er um eina yvirkomiliga upphædd, men viljin til at játta hana er láturliga lítil.
Fáa pedagogarnir 2-3 tímar til fyrireiking um viku­na, kann endi fáast á verk­fallinum.
Hetta sjálvsagda ser­krav­ið noyddust vit at fara í verkfall fyri, og hesa­ lítlu upphædd vildu ar­beiðs­gev­ara­r­n­ir skapa rok í sam­fel­ag­num fyri. Taparar eru børn­ini, foreldrini og fólk við serligum tørvi og menn­ing­ar­tarni, ja, skjótt alt sam­felagið.
Okkara krav um fyr­i­rei­k­ingartíð er knýtt at kravinum um eini starvsskipan, sum skal tryggja, at starvsfólk greitt fáa at vita, hvat tey skulu útinna innan fyri givnu karm­arnar. Eisini krevja vit eina lønarhækking.
Í sambandi við kravdu løn­ar­hækkingina hava vit skot­ið upp, at limirnir sjálvir fáa ræði á eftirlønunum. Hetta fer at hava við sær, at eft­ir­løn­ar­pro­sentini kunnu útgjaldast sum løn, og lim­ir­nir kunnu tí sjálvir plas­era eftirlønina og spara um­sit­ing­ar­gjaldið. Hetta kann forða fyri reallønarfalli og er ong­in útreiðsla fyri landið, tí pengarnir verða longu útgoldnir.

Føroya Pedagogfelag