Arnbjørn Hansen. Tað er maðurin, sum skal vinna dystirnar fyri EB/Streym. Arnbjørn Hansen er lykilin, sum skal lata dyrnar upp fyri EB/Streym. Soleiðis søgdu mong – og tað eru tað framvegis mong, sum eru sannførd um.
Men nógv bendir á, at sigrarnir hjá EB/Streymi ikki einans er tengdir at Arnbirni longur. Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel og aðrir góðir menn eru ofta klárir at traðka til sum málskjúttar, men maðurin, sum hevur skotið flest mál fyri EB/Streym í ár, er 25 ára gamli norðskálamaðurin Leif Niclasen.
Fyri tveimum døgum síðani gjørdi hann trý mál og tryggjaði samstundis EB/Streymi trý stig. Aftrat tí legði hann seg eisini á ovastu rók á toppskjúttalistanum, saman við Clayton Soares og Klæmint A. Olsen, ið allir hava skotið sjey mál hvør.
Við tíggju dystum gevur tað í miðal 0,70 mál fyri hvønn dyst, sum er eitt ógvuliga gott miðaltal fyri ein áleypara.
Leif, Leif og Leif
Hetta er eisini avgerandi neyðugt fyri EB/Streym. Undanfarin ár hevur framgongdin hjá EB/Streym í alt ov stóran mun verið tengd at vandamikla kollfirðinginum. Og hóast hesin var við frá dystarbyrjan mánadagin, so var tað Leif Niclasen, sum gjørdi málini, tryggjaði sigurin og stjól yvirskriftirnar.
Tað sá annars hampiliga gott út hjá tvøramonnum leingi. Eftir stívliga 70 minuttir stóð framvegis málleyst á jøvnum, og hóast frálíka gongdin við at vinna hvønn dyst á nýggja vøllinum ikki kundi halda áfram í allar ævir, so vóru ábendingar um, at eitt stig – í øllum førum – ikki var óhugsandi.
Men best sum hesin veruleiki ikki var longur burtur enn 19 minuttir, so var Leif Niclasen framvið fyri fyrstu ferð – 0-1 til EB/Streym! Hetta kom óvart á tvøramenn, sum við eitt høvdu skund, um teir skuldu varðveita sannførandi hagtølini sum søgdu, at TB vann allar heimadystirnar á nýggja heimavøllinum. Í eini roynd at koma inn í aftur dystin byrjaði TB at sparka langar og høgar bóltar fram í móti verjuni hjá EB/Streymi.
Fyri Leif og hansara líkar er hetta ynskistøður, har teir kunnu strúka avstað og gera lívið súrt fyri verjuleikararnar. Ofta spyrst eisini eitt mál ella tvey burtur úr – og tað var júst støðan 2. Hvítusunnudag, tí í 82. og síðani 85. minutti slerdi Leif Niclasen sigurin fastan, tá hann fyrst í fínum samanspæli við Arnar Dam legði bóltin í netið, og síðani eftir at Hans Pauli hegnisliga spældi hann leysan innanfyri verjuna.
Góð gongd
Málini eru ein staðfesting av góðu gongdini hjá EB/Streymi seinastu tíðina. Mánadagin var tað Leif, sum traðkaði í karakter og í steypadystinum herfyri vóru tað Sorin Anghel og Levi Hanssen.
Liðið hevur nú vunnið fýra dystir á rað, meðan kappingarneytarnir hava snávað í fleiri umførum. Í roynd og veru hevur EB/Streymur yvirhálað fýra lið hesar fýra dystirnar, ÍF, B36, HB og Víking. Víkingur, sum er nummar tvey, hevur einans vunnið tvey stig hesar dystirnar, meðan EB/Streymur hevur vunnið 12. Tað hevur sjálvsagt týdning!
Tætt við botnin
Somuleiðis hevur tað týdning fyri TB, at liðið hevur savnað sær níggju stig á heimavølli av 12 møguligum. Men nú NSÍ vann sær trý stig og B68 bjargaði ein javnleik í hús, so eru tey bara tvey stig aftanfyri TB og harvið skal søguríka felagið bara tapa einaferð, meðan NSÍ og B68 vinna, og so er TB skeivu megin markið.