363.102 krónur til Ukraina

Miðføstusunnudag gongur talvan í fólkakirkjuni til frama fyri neyðstødd úti í heimi. Hetta er ein 100 ára gomul siðvenja, ið kristnar kirkjur hava havt í øldir: At hugsa um medmenniskjað og næstan nær og fjar og hjálpa til eftir førimuni.

Hesi hundrað árini hevur neyðin leikað á mangar staðir í heiminum. Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Danmark, ið fólkakirkjan í Føroyum samstarvar við, var sett á stovn sum ein fylgja av fyrra heimsbardaga og tí neyð, ið var í Evropa.

 

Í ár kom nógvur peningur í talvuna miðføstusunnudag. Eisini hava einstaklingar stuðlað væl, nú kontonummarið hevur verið lýst á heimasíðu fólkakirkjunnar.

 

Harafturat fegnast biskupur um, at kirkjur, samkomur, ítróttarfeløg, skúlar og onnur hava tikið lógvatak saman við Reyða Krossi og verið við til at samla inn til tey neyðstøddu. Kristin tænasta og manngott arbeiði eiga at ganga hond í hond.

 

Við atliti at talvuni miðføstusunnudag í kirkjunum og gávunum frá einstaklingum verður sagt frá, at 363.102 kr. eru umvegis Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í DK sendar til hjálpararbeiðið millum neyðstødd í Ukraina.

 

Túsund tøkk fyri gávuna og stuðulin.

 

Guðs frið og signing,

biskupur