37 kinesiskir ríkisborgarar eru handtiknir á Sri Lanka undir illgruna fyri at reka eina netsvikamiðstøð í høvuðsstaðnum Colombo.
Tað sigur ein ónevndur talsmaður fyri lokalu løgregluna, skrivar tíðindastovan AFP.
Teir ákærdu, sum eru 23 til 44 ára gomul og harímillum ein kvinna, vórðu handtiknir eftir boð.
– Teir vóru komnir inn í landið við ferðafólkavisum og vóru ólógliga settir í starv, meðan tveir teirra høvdu útgingið visum, upplýsir talsmaðurin.
Ein ónevnd kelda hjá løgregluni á staðnum sigur, at hald er lagt á 35 farteldur, 147 fartelefonir og 100 SIM-kort í svikadeplinum.
Handtøkurnar koma ein mánað eftir, at 152 útlendskir ríkisborgarar, fyri tað mesta kinesarar, vórðu varðhaldsfongslaðir fyri at hava rikið netsvikavirksemi frá einum hotelli í landnyrðingspartinum av landinum.
Í mars handtóku innflytaramyndugleikarnir 135 kinesiskar menn og kvinnur fyri at hava rikið eina líknandi svikavirksemi. Teir eru síðani útvístir, skrivar AFP.
Tá segði sendistovan hjá Kina í Colombo, at hon arbeiddi tætt saman við lokalum myndugleikum fyri at forða kinesiskum ríkisborgarum í at reka svikavirksemi á Sri Lanka.
Sendistovan segði eisini, at útbygda teleinfrakervið á Sri Lanka, góða landafrøðiliga staðsetingin og lutfalsliga leysi visumpolitikkurin eggja svikabólkum til at flyta til suðurasiatiska landið.
Myanmar hevur eisini verið í fokus, tá tað snýr seg um internetsvik.
Aftur í januar avrættaðu kinesisku myndugleikarnir 11 fólk, sum á heysti 2025 vórðu dømd fyri millum annað at hava verið við í internetsviki, sum varð framt frá miðstøðum í Myanmar.
Tey 11 fólkini hoyrdu til kriminellu Ming-ættina, sum hevur rikið fleiri telefonsvikamiðstøðir í Myanmar. Umframt svik vórðu tey dømdu funnin sek í morði og ólógligari frælsistøku.
/Ritzau/











