Trump'urin er positivur

- Míni umboð hava havt sera positivar samrøður við Iran, sigur amerikanski forsetin í kvøld

Donald Trump sigur, at samrøðurnar, sum hansara umboð hava við Iran, eru sera positivar, og hann er optimistiskur við tankan um víðari samrøður.

 

- Eg eri fult greiður yvir, at míni umboð hava ógvuliga positivar samrøður við Iran, og at hesar samrøður kunnu føra til okkurt sera positivt fyri øll.

 

Nakað soleiðis skrivar amerikanski forsetin á sínum egna miðli, Truth Social, í kvøld.

 

Iran hevur latið eitt friðaruppskot til USA umvegis meklarar í Pakistan, og Iran segði fyrr í dag, at landið hevði fingið svar úr USA.

 

Í kvøld verður tó einki sagt um, hvat stendur í iranska uppskotinum - ei heldur um, hvussu svarið úr USA ljóðar.