20 ára gamli miðvallarin, Mattias Hellisdal fekk á øðrum sinni hetta kappingarárið spælitíð í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.
Liðið hjá Mattiasi, Västerås SK var aftanfyri 0-3 á útivølli í Stokkhólmi móti Hammarby, tá Mattias í 87. minutti kom á vøllin. 11. apríl kom Mattias á vøllin, tá Västerås SK á heimavølli leikti javnt 2-2 móti Elfsborg.
Áki D. Samuelsen sat á beinkinum allan dystin, tá lið hansara, Mjällby á útivølli vann 3-2 (0-0) á Malmö FF.
Áki hevur ikki verið á vøllinum í dysti í Allsvenskuni síðani 11. apríl.
Mjällby er nummar seks í deildini við 10 stigum. Västerås hevur átta stig á níggjunda plássinum.











