Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå eru nú triðfremst í bestu svensku fótbóltsdeildini við sjey stigum fyri fýra dystir.
Aftaná ein heldur trilvandi byrjan hevur Piteå nú vunnið tveir dystir á rað.
Ásla spældi allan dystin, tá Piteå á útivølli vann 2-1 á Växjö.
Innanfyri tríggjar minuttir tíðliga í seinna hálvleiki syrgdu Shiho Matsubara og Alexandra Hellekant fyri, at Piteå hevði eina 2-0 leiðslu. Heimaliðið minkaði um munin í yvirtíðini.
Komandi sunnudag klokkan 12 hevur Piteå dyst á heimavølli móti Rosengård, ið er aftast í deildini við einum stigi.











