Tað er framvegis eitt umfar eftir, áðrenn fyrsti triðingurin av næstbestu deildini er liðugur.
Hóast tað eru 19 umfør eftir, so sigur støðutalvan, at tað skal heilt nógv venda øðrvísi í heyst, enn tað nú ger, um ikki FC Suðuroy og B71 fara at vinna rættin til at flyta upp í bestu deildina.
Í fjør flutti FC Suðuroy niður eftir eitt ár í bestu deildini.
B71 hevur ikki verið í fremstu røð í 15 ár. Tað var í 2011, at sandoyingar fluttu niður úr bestu deildini, og síðani hevur B71 ikki verið í fremstu røð.
Eftir átta umfør er FC Suðuroy topplið við 22 stigum, og B71 er næstfremst við 18 stigum.
Umframt FC Suðuroy og B71 eru tað trý onnur feløg, sum kunnu flyta upp í bestu deildina.
Eitt av teimum er uppflytarin FC Hoyvík, sum eftir 6-2 tap á Eiðinum í Vági í dag er næstaftast við fýra stigum og hevur fokus á royndini at sleppa undan at flyta niðuraftur.
Eitt annað felag, sum hevur besta liðið í 1. deild, er ÍF, sum síðst var í bestu deildini í 2024. ÍF er á fimta plássi við 9 stigum, og harvið eru tað 9 stig fram til B71. Í gjár var ÍF í Gundadali, og tá gekk tað ikki væl hjá fuglfirðingum, tí teir taptu 5-1 ímóti næstbesta liðnum hjá B36. B36 er á fjórða plássi við 11 stigum.
Triðja felagið, sum hevur besta liðið í 1. deild, er TB, sum í gjár tapti 4-0 á Sandi. TB hevur spælt seks dystir og hevur 8 stig.
Víkingur plagar við næstbesta liðnum at vera millum tey bestu í 1. deild, og soleiðis er tað eisini í ár. Víkingur er á triðja plássi við 17 stigum.
Í hesum umfarinum vann Víkingur 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Merkisvert er tað, at liðið hjá Víkingi er mannað við blaðungum spælarum.
Málverjin Niklas Viðoy Thomsen er 30 ára gamal.
Í gjár var miðalaldurin á teimum 10 úti á vøllinum 17,1 ár.
8. umfar
Víkingur – NSÍ 2-1 (0-1)
0-1: Jonn Mortensen 11.
1-1: Magnus Jarnskor 77.
2-1: Fríði Gertsson Jarnskor 91.+
EB/Streymur – HB 0-1 (0-1)
0-1: Pætur Kjærbo 11.
B36 – ÍF 5-1 (1-0)
1-0: Rani í Soylu 42.
1-1: Dánjal á Lakjuni 50.
2-1: Heini Guttesen 52.
3-1: Djóni Sivertsen 70.
4-1: Djóni Sivertsen 76.
5-1: Heini Guttesen 85.
B71 – TB 4-0 (0-0)
1-0: Suni Herman Petersen 67.
2-0: Mads Svane 78.
3-0: Lucas Ørneborg 81.
4-0: Jonathan Nielsen 93.+
FC Suðuroy – FC Hoyvík 6-2 (3-1)
1-0: Yau Dieudonne 2.
2-0: Mattias D. Djurhuus 13.
3-0: Yau Dieudonne 22.
3-1: Rói Jacobsen 45.
4-1: Salmundur Bech 47.
5-1: Yau Dieudonne 54.
6-1: Daniel Holm 62.
6-2: Andreas Nolsøe 77.
| FC Suðuroy | 8 | 7 | 1 | 0 | 32 | 10 | 22 |
| B71 | 8 | 6 | 0 | 2 | 22 | 9 | 18 |
| Víkingur | 8 | 5 | 2 | 1 | 20 | 11 | 17 |
| B36 | 8 | 3 | 2 | 3 | 15 | 20 | 11 |
| ÍF | 8 | 2 | 3 | 3 | 14 | 23 | 9 |
| HB | 7 | 2 | 2 | 3 | 9 | 10 | 8 |
| TB | 6 | 2 | 2 | 2 | 7 | 9 | 8 |
| NSÍ | 8 | 1 | 3 | 4 | 11 | 13 | 6 |
| FC Hoyvík | 7 | 1 | 1 | 5 | 14 | 29 | 4 |
| EB/Streymur | 8 | 1 | 0 | 7 | 12 | 22 | 3 |
| Máltindurin | |
| Lucas Ørneborg B71 | 9 |
| Yao Dieudonne FC Suðuroy | 6 |
| Alexander Holm Kilgour FC Suðuroy | 5 |
| Olivur Renéson Thomsen FC Suðuroy | 5 |
| Pætur Augustinussen FC Suðuroy | 5 |
| kelda: FaroeSoccer |
9. umfar
Leygardagin 9. mai
ÍF – B71
HB – Víkingur
FC Hoyvík – EB/Streymur
TB – FC Suðuroy
Sunnudagin 10. mai
NSÍ – FC Hoyvík











