Jarðskjálvtin rakti tíðliga í morgun lokala tíð og varð máldur til 7,7.
Suharyanto, leiðari fyri indonesisku tilbúgvingarmyndugleikarnar, upplýsir sambært AFP, at 38 fólk eru staðfest deyð. Tvey fólk eru álvarsliga løstað, og 11 hava fingið lættari løstir.
Miðdepilin í jarðskjálvtanum var 68 kilometrar í ein útnyrðing úr býnum Ende á oynni Flores, upplýsir amerikanski jarðfrøðistovnurin USGS.
Fleiri harðir eftirskjálvtar hava síðani verið í økinum. Ein teirra varð máldur til 6,1.
– Brádliga fór alt at ristast, og eg fór í panikk, sigur 31 ára gamli Lukas Lotar, sum arbeiðir á einum sjúkrahúsi í økinum, við AFP.
Hann greiðir frá, at sjúklingar flýddu úr sjúkrahúsinum, og at rivur komu í fleiri veggir.
Ávaraðu um flóðaldu
Eftir jarðskjálvtan ávaraðu indonesisku myndugleikarnir um vanda fyri flóðaldu upp í tríggjar metrar við oyggjarnar Flores og Sulawesi. Fólk í hóttum økjum vórðu biðin um at fara niðan í hægri øki.
Sambært Reuters vórðu flóðaldur undir ein metur skrásettar fleiri staðni. Ávaringin um flóðaldu er síðani tikin aftur.
##med2##
Fráboðanir eru eisini komnar um skaðar á sethús, goymslubygningar og almennar bygningar. Ferðslan er tarnað fleiri staðni á Flores, og streymurin er farin í pørtum av oynni.
Indonesia liggur í jarðskjálvtaøkinum kring Kyrrahavið, sum verður nevnt »eldringurin«.
Annar jóladag í 2004 varð Indonesia rakt av einum jarðskjálvta, sum varð máldur til 9,1. Hann elvdi til eina ógvusliga flóðaldu, sum kostaði meira enn 220.000 fólkum í Asia lívið. Umleið 170.000 teirra doyðu í Indonesia.
/Ritzau/












