UEFA og Lech Poznan eru atvoldin til, at vit ikki fáa eitt fult umfar í Meistaradeildini sunnudagin.
KÍ mátti spæla fríggjakvøldið móti Lech Poznan, og tí er dysturin millum AB og KÍ, ið stóð til at blíva spældur sunnudagin klokkan 17.15 fluttur til mánakvøldið klokkan 18.30.
Tað ganga tó bert tríggir dagar, so má KÍ aftur spæla dyst. Tá verður talan um fyrra røkk støkk dystin til deildarspælið í Conference League. Mótstøðuliðið er FC Riga úr Lettlandi.
Í tíðindasendingini hjá KVF klokkan 12.20 var eitt samrøðubrot við Árna Frederiksberg, ið staðfesti eina drenandi dystarskrá hjá KÍ. Árni eftirlýsti vælvild frá FSF við heimligu dystarskránni, so lið sum kappast í Evropa fáa betri fyritreytir.











