Blómur eru lagdar á gerningsstaðið við Folkeparken í Roskilde, har 16 ára gamli varð stungin við knívi. Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

16 ára gamal varðhaldsfongslaður fyri dráp á javnaldra

Ein 16 ára gamal drongur er varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava dripið ein 16 ára gamlan miðnámsskúlanæming við knívi í Roskilde fríggjadagin. Ófriður tók seg upp í rættarsalinum, tá avgerðin um varðhaldsfongsling varð kunngjørd.

Blómur eru lagdar á gerningsstaðið við Folkeparken í Roskilde, har 16 ára gamli varð stungin við knívi. Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde.

 

Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina í dag.

 

Sambært dómaranum kann ikki útilokast, at hendingin var partur av einari uppgerð millum tveir bólkar. Tilfarið, sum ákæruvaldið legði fram sum grundarlag fyri hesum, varð tó lagt fram fyri afturlatnum hurðum.

 

Hetta víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16 ára gomlu, men at hon ikki hevði samband við eitt kriminelt umhvørvi.

 

Ófriður tók seg upp, tá dómarin kunngjørdi avgerðina um varðhaldsfongsling.

 

Ein bólkur av ungum monnum var komin til rættin og slapp inn til seinasta partin av rættarfundinum.

 

Ein teirra rópti móti tí skuldsetta:

 

– Tað er tín skyld, at vinmaður mín er deyður nú.

 

Løgreglufólk førdu síðani unga mannin úr rættarsalinum.

 

Eftir rættarfundin savnaðust fleiri ung uttan fyri rættin. Umleið hálvan tíma seinni vóru eini 25 til 30 ungir menn savnaðir har, og fleiri løgreglufólk vórðu send á staðið.

 

##med2##

 

Drápið hendi umleið klokkan 17.30 í gjár við Louisevej við Folkeparken.

 

Hundraðtals ung vóru savnað í parkini til eitt tiltak í sambandi við, at nýggja skúlaárið var byrjað.

 

Løgreglan fekk fráboðan um, at ein persónur var stungin við knívi. 16 ára gamli varð flogin á Ríkissjúkrahúsið, men doyði av løstunum.

 

Løgreglan fekk skjótt illgruna til ein annan 16 ára gamlan drong. Hann varð handtikin umleið klokkan 18.50.

 

Hann vildi ikki úttala seg í rættinum í dag.

 

##med3##

 

Dómarin varðhaldsfongslaði hann, tí mett verður, at hann annars kann leggja forðingar fyri kanningararbeiðið hjá løgregluni.

 

Vegna unga aldurin verður hann ikki settur í vanligt fongsul, men skal vera á einum tryggjaðum stovni.

 

Fyribils varðhaldsfongslingin er galdandi til 10. september.

 

/Ritzau/

 

Blómur eru lagdar á gerningsstaðið við Folkeparken í Roskilde, har 16 ára gamli varð stungin við knívi. Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Flaggið á Himmelev Gymnasium er í hálvari stong til minnis um 16 ára gamla næmingin, sum varð dripin fríggjadagin. Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Ein 16 ára gamal drongur varð í dag varðhaldsfongslaður í rættinum í Roskilde, skuldsettur fyri at hava dripið ein 16 ára gamlan miðnámsskúlanæming fríggjadagin. Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix