40 ára gamal áleypari noyddist at fara í málið

Fótbóltur: Aksel Højgaard hevur ikki verið málverji, síðani hann var eini 16 ára gamal

Hvat málverjum viðvíkur visti illa við hjá toftamonnum, tá teir sunnudagin vóru á Sevmýri. Ætlanin var, at Magnus E. Poulsen skuldi vera málverji, men hann lá eftir í Havnini. B68 hevur altíð tveir málverjar við, og tí var tað so líka til, at eykamálverjin, Eyðun Petersen, skuldi verja málið hjá B68.

Men tað gjørdi hann bara í átta minuttir, so fekk hann reyða kortið, og so vóru góð ráð dýr.

Kjartan Nesá er hjálparvenjari hjá Bjørn Krogh, og hevði hann havt verið við á Tvøroyri, so hevði fyrrverandi málverjin hjá B68 ivaleyst farið í málið (um hann hevði verið á dómaraseðlinum). Men Kjartan Nesá var ikki við á Tvøroyri, og so fór Aksel Højgaard, ið sat á beinkinum sum eyka álopsvápn, í málið.

Og hann stóð seg ikki so illa. Aksel er stórur, og hann hevur gott bólteyga, so hann fekk fatur á fleiri innleggum.

Men eina ferð gloymdi hann, at nú eru reglarnir viðvíkjandi málverjum soleiðis, at málverjin hevur ikki loyvi at taka bóltinum uppaftur í hendurnar, eftir at hann eina ferð hevur slept honum. Tað kostaði eitt óbeinleiðis fríspark, og TB skoraði uppá hetta frísparkið úr sjey metrum.


Langt síðani seinast

Aksel Højgaard eigur ein son, Jóhan Dávur Højgaard, sum er málverji hjá unglingunum á Toftum, men sambært veteraninum, so er málverjuplássið ikki eitt, sum hann gjørt nógv av at røkja:

? Eg minnist ikki rættuliga, men eg haldi, at eg var málverji einar tveir dystir heilt tíðliga í tíðini. Tá vóru vit í 2. deild, so tað er kanska ein fjórðingsøld síðani, minnist Aksel aftur á.

Men ætlar tú at gera álvara av at halda tørn um møguleikan, sum tú nú hevur fingið, skemta vit, og Aksel er við:

? Eg helt tað við formannin, tá vit vóru á veg norður aftur, at tað verður sagt, at tú skalt ongantíð broyta eitt lið, sum hevur vunnið. Eyðun Petersen hevur leikbann, og um Magnus Poulsen ikki verður valdur í kvøld, so verði eg aftur í málinum!, kemur tað speiskliga frá veteraninum, sum mikudagin í komandi viku verður 40 ár!

Burtursæð frá tá hann var í Danmark í útbúgvingarørindum hevur Aksel Højgaard spælt við B68, og hann var liðformaður, tá teir vunnu FM í 1984 og 1985. Aksel er íðin at venja, og venjarin heldur hann framvegis vera góðan at hava í 1. deildarhópinum. Ivaleyst er hann elsti spælarin í 1. deild, og nú fekk hann altso fyri fyrstu ferð møguleikan sum málverji á 1. deildarliðnum.