Fyri eini lítlari løtu síðani skrivaðu tær báðar Kristina Háfoss, fíggarmálaráðfrú, og Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, undir nýggja tvey ára sáttmála fyri limir Starvsmannafelagsins.
Í høvuðsheitum gongur sáttmálin út uppá, at lønin hækkar 2,25 prosent 1. oktober 2015 og aftur 1,9 prosent 1. oktober 2016.
Nakrar umflokkingar eru eisini gjørdar, eitt nú verða sosialráðgevarar, journalistar, bókavørðar og leiðandi læknaskrivarar fluttir upp í lønarbólk.
Tilsamans gevur tað limum Starvsmannafelagsins 4,15 prosent í lønarhækking næstu tvey árini.