Karin Habermehl-Cwirzen er 56 ára gomul og ættað úr Svøríki og Týsklandi. Hon byrjaði sum lektari á Fróðskaparsetri Føroya í august 2023 og arbeiðir í løtuni sum granskingarleiðari á Náttúruvísindadeildini og útbúgvingarleiðari í Verkfrøði.
Hon er útbúgvin Dipl.-Ing. í Materials Science frá Tekniska Universitetinum í Darmstadt í Týsklandi frá 1999 og gjørdist í 2006 Dr. Tech. í alisfrøði á Tekniska Universitetinum í Helsinki, sum nú eitur Aalto University.
Karin Habermehl-Cwirzen hevur meira enn 20 ára royndir frá leiðandi evropeiskum universitetum. Gransking hennara hevur serliga snúð seg um burðardygg og endurnýtslubyggitilfar.
– Eg fegnist um, at Fróðskaparsetrið hevur fingið ein kvinnuligan professara í verkfrøði. Karin hevur verið eitt sera virkið vísindafólk á Setrinum tey seinastu trý árini, og hon hevur fingið væl av uttanhýsis fígging til vega til sítt granskingarvirksemi, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari.
Karin Habermehl-Cwirzen hevur útgivið 48 vísindaligar greinar í altjóða javnlíkamettum tíðarritum. Hon hevur eisini verið uttanhýsis metari í sambandi við starvssetanir og akademiskar framflytingar á universitetum uttanlands og hevur verið virkin í altjóða vísindaligum ráðstevnum.
Harumframt hevur hon havt fimm granskingaruppihald á universitetum á fýra ymiskum kontinentum og hevur bygt upp eitt víðfevnt altjóða netverk.
Síðan hon kom á Fróðskaparsetrið, hevur hon havt ein týðandi leiklut í at byggja upp og menna granskingar- og starvsstovuundirstøðukervið fyri tilfarsgransking í Føroyum.
Tilnevningin sum professari er grundað á eina uttanhýsis meting. Tríggir óheftir professarar frá útlendskum universitetum hava mett um vísindaligu útgávurnar, undirvísing, vegleiðing, granskingarmiðling, fyrisitingarligar royndir og granskingarætlanir hennara.
Í metingarnevndini vóru Claus Leth Bak, professari á Aalborg Universiteti, Lisbeth Ottsen, professari á Danmarks Tekniske Universiteti, og Erik Schlangen, professari á Delft University of Technology í Niðurlondum.
Nevndin metir, at Karin Habermehl-Cwirzen við sínum granskingar-, undirvísingar- og leiðsluroyndum er sera væl skikkað til professarastarv í náttúruvísindum.
Sum siður er, fer hon nú at halda almennan professarafyrilestur. Fróðskaparsetrið boðar seinni frá, nær fyrilesturin verður.










