Bókaframløga - Ferðin til Kongurvág. Urd Johannesen við spennandi barnabók um vinalag, ótta og dirvi
Til bókaframløguna fer Beinir Bergsson at práta við Urd og Silju um bókina, marrur og ævintýraheimar, at skriva og myndprýða til børn og at útgeva sína fyrstu bók. Kári Sverrison spælir nakrar sangir, og høvi verður at keypa bókina fyri serprís. Barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka.
Um bókina:
Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini …
Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana.
Bókin er 100 bls, og málbólkurin er børn 7-12 ár.
Urd Johannesen er rithøvundur og mentanarsamskipari. Hon hevur áður útgivið yrkingar, Ferðin til Kongurvág er hennara fyrsta barnabók.
Silja Eystberg er myndprýðari og listafólk. Hon hevur m.a. myndprýtt Fornt eftir Elina á Rógvi, sum var tilnevnd til barnabókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025.
Øll eru hjartaliga vælkomin á bókaframløgu 27. august kl. 19 í Reinsarínum í Havn.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














