500 á bíðilista til ellis- og røktarheim

Tað er sera trupult hjá ellis- og røktarsjúklingum at sleppa inn á ellis- og røktarheim. Øll tey størru heimini í Føroyum hava langar bíðilistar. Umleið 500 persónar tilsamans bara á fimm av teimum størstu heimunum. Hóast tørvurin ikki er eins stórur hjá øllum fólkunum, so mugu sjálvt tey, ið standa á akuttum bíðilista, rokna við at bíða millum eitt og tvey ár, áðrenn tey sleppa inn

Bíðilistarnir hjá ellis- og røktarheimum eru ógvuliga langir. Ofta fleiri ferðir tað, sum pláss er fyri á hvørjum einstakum staði. Sosialurin hevur tosað við fleiri av teimum størstu ellis- og røktarheimunum í landinum, og vísir tað seg, at bara á teimum fimm heimunum, har vit hava fingið upplýst bíðilistan, standa næstan 500 fólk og bíða fyri at sleppa inn. Hesi fimm heimini hava sjálvi bara pláss fyri 191 fólkum.

Gjørt skal beinavegin verða vart við, at tørvurin hjá øllum hesum 500 fólkunum ikki er eins stórur. Talan er heilt frá akuttum tørvi til tey, sum ynskja at koma uppá bíðilistan í góðari tíð. Í Suðurstreymoy er eisini tað galdandi, at nakrir av persónunum standa á listum til tvey ymisk heim. Men sjálvt um ein hevur hetta í geymanum, so er tørvurin tó ómetaliga stórur á fleiri plássum.


Mest í Havn

Á Ellisheiminum í Havn er longst bíðilisti. Pr. 1. juli stóðu heili 181 persónar á hesum bíðilistanum. Á heiminum sjálvum er pláss fyri 25 fólkum, umframt 8 pláss til umlætting.

Ójavnan er tó, hvussu tey 181 á listanum eru fyri. Á ellisheiminum hava tey ikki nakran akuttan bíðilista, og vita tí ikki, hvussu nógv tey eru, sum hava mest brúk fyri at koma inn. Tey flestu teirra hava tó brúk fyri einum plássi.

Á Røktar- & umlættingarheiminum, Lágargarði eru pr. 16. juni 165 á bíðilista at sleppa inn. Á sjálvum heiminum eru 48 pláss.

Av teimum 165 standa 25 á akuttum bíðilista. Og hesi skulu rokna at bíða millum eitt og tvey ár, áðrenn tey sleppa inn.

At tað eru 25 sum hava akuttan tørv at koma inn merkir ikki, at hini 140 bara standa á listanum uttan at hava serligan tørv. Tey nógvu av teimum hava tørv at koma inn, upplýsa tey á Lágargarði.


Tørvurin avgerð

Eitt fyribrigdi tykist eisini vera galdandi í høvuðsstaðnum, sum ikki er aðrastaðni. Tað er at nøkur, sum longu, tá ið tey eru vorðin 67, skriva seg á bíðilistan. Nøkur av teimum kunnu sostatt standa heilt leingi á bíðilista, uttan beinleiðis at hava nakran tørv á einum plássi á ellis- ella røktarheimi.

Men sjálvt um fólk vilja verða á bíðilistanum í góðari tíð, so er tað tó ikki bíðilistin, sum avgerð, í hvørjari raðfesting hvør einstakur kemur inn. Tá ið eitt pláss stendur tómt, verður mett um tørvin hjá hvørjum einstøkum, og tann, sum hevur størstan tørv, sleppir inn.


Bíðilisti allastaðni um landið

Á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi er bíðilistin eisini stórur. Millum 60 og 80 eru á listanum. 46 pláss eru á heiminum.

Á Suðuroyar Ellis- & Røktarheimi eru 42 fólk á bíðilista umframt 10, har familjan hevur biðið um pláss, um tað gerst neyðugt. 30 búpláss eru á heiminum. 28 fastbúgvandi og 2 pláss til umlætting.

Á Ellis & avlamisheiminum í Vágum eru pr. 1. august 31 fólk, sum standa á bíðilista. Eisini her er tørvurin ójavnur. Tað eru eini 20, sum kunnu bíða ella eru í sambýli í Vestmanna. 34 pláss eru á Ellis & avlamisheiminum í Vestmanna.


Helst nógv hægri enn 500

Tað eru onnur heim, stovnar og kommunur í landinum, sum eisini taka sær av ellis- og røktarsjúklingum enn tey, vit hava nevnt omanfyri. Millum annað eldrasambýli, vistarheim og umlættingarheim. Um støðan við bíðilistum er nakað líknandi á hesum støðum, sum hon er á teimum størru ellis- og røktarheimunum, so er tað rætta talið á ellis og røktarsjúklingunum nógv hægri, enn tey 500, sum vit kunnu vísa á.

Men á teimum fimm omanfyrinevndu ellis & røktarheiminum, sum Sosialurin hevur tosað við, standa also umleið 500 fólk á bíðilista fyri at fáa pláss. Og hesi fimm heimini rúma 191 fólkum - og hesi plássini eru altíð fullsett.