6000 løgreglufólk klár at basa ófriði í Bretlandi

Servand løgreglufólk, sum eru útbúgvin at fáast við fólk, sum hótta almennu skipanina, eru send út at basa bretskum mótmælum.

Umleið 6.000 servand løgreglufólk eru til reiðar at basa ófriði í Bretlandi.

Tað sigur Heidi Alexander, sum er bretskur varaløgmálaráðfrúa, við BBC Radio 4.

Hon sigur eisini, at stjórnin hevur syrgt fyri, at yvir 500 fongsulspláss aftrat eru tøk.

- Vit vilja tryggja okkum, at øll, sum fáa fongsulsrevsing orsakað av ófriðinum, hava eitt pláss í fongslinum, sum bíðar eftir teimum, sigur hon.

Ófriðurin byrjaði, eftir at tríggjar gentur vórðu dripnar og tíggju fingu skaða í stungum á einum Taylor Swift dansitiltaki í Southport, norðan fyri Liverpool. Ein 17 ára gamal drongur er undir illgruna í málinum.

Harðlig mótmæli móti muslimum og móti innflyting hava síðani verið í fleiri enskum býum, eftir at skeivar upplýsingar vórðu spjaddar á netinum. Hundraðtals eru handtikin.

Í gjár boðaði Keir Starmer, forsætisráðharri, eftir bráðfeingis fund frá, at ein "standandi herur" av løgreglufólki er gjørdur.

Um tað tiltakið sigur Heidi Alexander við Times Radio:

- Hetta eru løgreglufólk, sum hava fingið serútbúgving í at handfara brotsverk móti almennari skipan.

- Um vikuskiftið høvdu vit 4.000 tøk. 2000 verða til taks hesa vikuna. Hetta merkir, at løgreglufólk kunnu setast á tey støð í landinum, har mest tørvur er á teimum.

 

/ritzau/dpa