70 tinglimir hjá Labour vilja hava Kier Starmer frá sum formann og harvið forsætisráðharra í Bretlandi. Mynd: Elizabeth Piper

70 tinglimir hjá Labour vilja hava Starmer frá

Eitt vaksandi tal av teimum 403 tinglimunum hjá Labour vilja hava formann floksins, Kier Starmer, at leggja frá sær

70 tinglimir hjá Labour vilja hava Kier Starmer frá sum formann og harvið forsætisráðharra í Bretlandi. Mynd: Elizabeth Piper

Tilsamans hava 70 tinglimir úr Arbeiðaraflokkinum í Bretlandi hava opið heitt á Keir Starmer, forsætisráðharra, um antin at leggja frá sær ella at geva eina tíðarkarm fyri, at hann fer úr embætinum.

 

Tað upplýsir bretski miðilin BBC, sum hevur talt talið av tinglimum, sum alment hava gjørt støðu sína greiða síðani í síðstu viku.

Miðilin skrivar eisini, at talið veksur.

AFP hevur áður skrivað, at fleiri enn 60 av teimum 403 tinglimunum í flokkinum Labour hava heitt á hann um at leggja frá sær.

 

 

70 tinglimir hjá Labour vilja hava Kier Starmer frá sum formann og harvið forsætisráðharra í Bretlandi. Mynd: Elizabeth Piper