Tú kanst fyrireika teg til skipavitjanir í Vági

- Aftur í ár fáa vit fleiri ferðafólkaskip á vitjan í Vági. Í summar eru átta skip á skránni

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

- Í samband við hvørja vitjan verður tíðindaskriv sent út við nærri kunning um skipið, nær tað kemur og fer, væntaða talið av ferðafólkum, møguligar útferðir og annað viðkomandi.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at endamálið við tíðindaskrivunum er millum annað at geva vinnulívinum og borgarum í Vági betri møguleika at fyrireika seg undan vitjanunum.

 

- Fyrsta tíðindaskrivið er sent út, og her er eitt nú eitt yvirlit yvir vitjanirnar í summar, umframt tal av ferðafólki, sum einstøku skipini taka.

 

Í Vági siga tey, at um fólk ynskja at fáa tey tíðindaskriv, sum verða send út í sambandi við vitjanir av ferðafólkaskipum, ber til at venda sær til Edith Mariu Samuelsen á edith@vagur.fo