808 ferðafólk til Runavíkar leygardagin

Leygardagin veksur fólkatalið í Runavíkar kommunu við yvir túsund persónum, tá fyrsta ferðamannaskipið í ár kemur á vitjan.


Talan er um ferðamannaskipið Albatros, ið kemur til Runavíkar úr Íslandi, og er ávegis aftur til meginlandið.
Umborð á skipinum eru 808 ferðafólk, umframt manningin, ið telur 340 fólk. Sostatt eru 1148 fólk umborð á skipinum, ið vitjar leygardagin.


Brandur Højgaard, havnarmeistari, upplýsir fyri in.fo, at hetta er fyrsta vitjanin í ár.


- Tríggjar vitjanir vera í summar, harav Albatros er fyrsta og síðsta skipið. Ferðamannaskipið hevur nevniliga boðað frá, at tey koma aftur á Runavíkina 6. september. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at Albatros vitjar á Skálafjørðinum, tí sama skip var á vitjan í 2005. Men umframt Albatros, so kemur eisini ferðamannaskipið Zuiderdam á vitjan 25. juli, sigur Brandur Højgaard.