Fert tú á ólavsøku í ár?
- Eg búgvi í miðbýnum í Havn, so eg eri altíð her á ólavsøku.
Tað sigur Brynhild Thomsen.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Øll fólkini, sum koma inn á gólvið, og sum man hittir, allur blíðskapurin, sum er allastaðni - og so veitslurnar!
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Ólavsøka er tað, sum tú ger hana til sjálv.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ja. Ta ólavsøkuna, tá allur býurin var ein stórur sjónleikapallur. Sjórænarar í sýnisgluggum kring allan býin og ymiskt annað, sigur Brynhild Thomsen.
Lesið eisini: Kona mín fann meg á ólavsøku
https://www.in.fo/news-detail/kona-min-fann-meg-a-olavsoeku











