Áki D. Samuelsen spældi allan dystin, meðan Martin Agnarsson sat á beinkinum allan dystin, tá lið teirra, Mjällby vann seg víðari úr øðrum undanumfarinum í Champions League við samlaðum 3-0 sigri á Lincoln Red Imps.
Tað endaði 0-0 í útidystinum á Europa Point leikvøllinum í Gibraltar. Eitt vánaligt graslíkið var helst størsti fíggindin hjá Mjällby í dystinum í kvøld, sambært Aftonbladet. Men við 3-0 leiðsluni frá fyrra dystinum í Hällevik vann Mjällby seg trygt víðari, um enn teir iðra seg um, at teir ikki eisini vunnu dystin í kvøld. Mjällby - harímillum Áki - hevði væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.
Hetta merkir, at Mjällby kemur í ringasta førinum at spæla deildarspæl í Conference League.
Í triðja undanumfarinum í Champions League kemur Mjällby at møta antin Slovan Bratislava úr Slovakia ella Iberia Tbilisi úr Georgia. Vinnur Mjällby tá ein samlaðan sigur sleppa teir at spæla røkk-støkk dystir um rættin at spæla í deildarspælinum í Champions League.
HER ber til frá Aftonbladet at síggja hæddarpunktini frá dystinum Lincoln Red Imps-Mjällby 0-0:
##med2##











