Øll trý føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vóru í leiki seinnapartin í dag.
Martin Agnarsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad á heimavølli á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus vunnu ein trivaligan 3-0 sigur á Hobro.
Longu í fjórða minutti legði Magnus Kaastrup heimaliðið á odda, og 18 minuttir seinni økti Mathias Kubel við ein brotssparki til 2-0. Kasper Andersen staðfesti sigurin, tá eitt stórt korter var eftir av vanligu leiktíðini.
Martin fær góðan karakter: 7,7 (av 10 møguligum) frá Soccerstand. Bert Mathias Kubel (7,9) fær betri karakter á liðnum hjá Aarhus Fremad.
Aarhus er nummar fýra í deildini við 15 stigum fyri 10 dystir.
Adrian R. Justinussen og Poul Kallsberg vóru við frá dystarbyrjan, tá lið teirra, Hillerød á útivølli tapti 1-3 fyri Hvidovre. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 2-0, og tá ein tími var leiktur øktu teir til 3-0. Í 80. minutti syrgdi Adrian fyri upplegginum, tá Solomon Opoku minkaði um munin til 3-1.
Adrian spældi allan dystin. Poul var skiftur út í 57. minutti.
Hillerød er næstfremst í deildini við 17 stigum fyri 10 dystir.
Meinhard E. Olsen var á vøllinum í 81 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Kolding taptu 0-1 fyri Middelfart á útivølli. Sigursmálið var skotið í 77. minutti.
Kolding er nummar sjey í deildini við 14 stigum fyri 10 dystir.