Pakistanskar keldur, sum vilja vera ónevndar, vita í dag at siga, at iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, er á veg til Islamabad.
Iran hevur annars treyðugt vilja møtt til nýggjar samráðingar, tí USA framvegis blokerar iranskar havnir.
Haraftrat hevur Iran hildið uppá, at amerikansku krøvini til eina avtalu landanna millum eru órímilig.
Bæði Reuters, AP og Sky News endurgeva seinnapartin keldur, sum siga, at útlit nú eru til nýggjar samráðingar millum Iran og USA.
Ein pakistansk stjórnarkelda, sum heldur ikki vil vera nevnd, sigur, at iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, er væntandi til Pakistan í dag.
Keldan, sum miðlarnir vísa til, sigur, at amerikansk samráðingarfólk longu eru komin til pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad.










