Skulu játta 2,5 milliónir til bíðiløn

Løgtinginum tørvar pengar at gjalda fráfarnum tingfólkum løn fyri

Tað eru ikki nógv tingfólk á tingfundi, tá einans framløga er á skránni. Á myndini frá tingfundinum í dag síggjar Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Magni Højgaard úr Sambandsflokkinum og Fía Selma Nielsen úr Fólkaflokkinum

Av tí at regluliga løgtingsvalið ikki átti at verið fyrr enn í desember, so vóru bara settar 700.000 krónur av á fíggjarlógina at rinda fráfarnum løgtingsfólkum løn fyri.

Men av tí at val varð skrivað út í ótíð, so so fellir øll bíðilønin til gjaldingar í ár. Hevði valið verið í desember, so varð hon býtt yvir tvey fíggjarár.

Tí hevur formansskapurin í Løgtinginum, Johan Dahl, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Hervør Pálsdóttir og Jóhannis Joensen vegna Formansskapin lagt uppskot fram til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2026 - um bíðiløn.