- Eg hevði ein minni trupulleika við prostata, sum er púrasta burtur, og Gud havi lov, tað er lagt afturum.
Nakað soleiðis skrivar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á X, fyrrverandi Twitter.
Hann sigur, at hann fyri hálvum øðrum ári síðan var undir einari væleydnaðari skurðviðgerð fyri ein góðartaðan prostata.
Síðan gekk hann til regluligar kanningar.
- Við seinastu kanningina funnu læknarnir ein lítlan blett í prostata, sum var minni enn ein sentimetur.
Benjamin Netanyahu viðgongur, at við nærri kanningar vísti tað seg, at hetta var ein illkynjaður svullur, sum ikki hevði spreitt seg, og sum ongan frávøkstur hevði.
Forsætisráðharrin skrivar, at hann fór ígjøgnum eina málrættaða viðgerð, sum beindi svullin burtur, so eingi spor vóru eftir.
- Eg var til nakrar stuttar viðgerðir, las eina bók og helt fram við at arbeiða. Svullurin hvarv púrasta, skrivar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.










