Uppskotið um at taka mvg av bensin og diesel lagt fyri tingið

Tað verður mett at kosta landskassanum 16,75 milliónir krónur at taka mvg av bensin og diesel í tríggjar mánaðir

Uppskotið frá Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, er nú lagt fyri Løgtingið. Tað snýr seg um at taka mvg av bensin og diesel frí tí at lógaruppskotið verður samtykt og fram til 31. juli í ár.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður víst til samgonguskjalið, sum sigur, at fyribilstiltøk verða sett í verk fyri at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi.

– Brádligi prísvøksturin ger, at tey, ið brúka nógva olju til flutning, hava færri pengar til aðra nýtslu og fáa illa lagt um til aðra orku beinanvegin. Tí er politiskt ynski um at lætta um, so at broddurin verður tikin av ógvusligu hækkingini í prísinum á brennievni til flutning, skrivar Aksel V. Johannesen millum annað.

Hann vísir á, at hetta er gjørt í øðrum londum, t.d. í Norra, Svøríki og Týsklandi, har myndugleikarnir tíðaravmarkað hava lækkað ella tikið avgjøld á bensin og diesel av.

Greitt verður eisini frá, at av søluni av bensini og diesel verður avroknað mvg. Einki mvg verður tó avroknað av brennioljugjaldinum, sum verður álagt á søluna av diesel.

Lógaruppskotið ásetur, at oljufeløgini ikki skulu krevja inn mvg av sølu av bensini og diesel, frá tí at lógin er komin í gildi til og við 31. juli 2026.

Við verandi marknaðarprísum merkir tað, at prísurin á bensini og diesel til privatbrúkarar kann lækka um 2,50 kr. pr. litur. Fyri vinnuna, sum fær mvg afturborið, hevur uppskotið onga ávirkan.

– Oljufeløgini, sum selja bensin og diesel umsita broytta mvg’ið, soleiðis at kundin fær príslækking beinanvegin, tá ið lógin er lýst, stendur í viðmerkingunum.

Skilabest er at avmarka stuðulin til bensin og diesel. Tað er lættast at umsita og rakar har, sum prísvøksturin sæst best og merkist mest.

Í viðmerkingunum verður eisini sagt, at húsarhald, sum brúka olju til upphiting, hava fyri tað mesta eina hitakontu, har mánaðarliga gjaldið verður stillað eina ella tvær ferðir um árið.

– Oljufeløgini meta, at umleið 70% hava hitakontu. Ein oljustuðul hevur ikki ávirkan fyrrenn næstu ferð, gjaldið verður stillað.

– Harafturat er avmarkað, hvussu ofta tangin verður fyltur. Sostatt er eingin vissa fyri, at øll høvdu fingið lut í stuðlinum, um stuðulin bert skal vera nakrar mánaðir.

– Harafturat brúka húsarhaldini munandi minni olju um summarið, og tí kann stuðulin leggja stórt trýst á oljufeløgini um at fylla tangarnar, áðrenn stuðulin verður tikin av. Vandi er tá fyri, at slíkur stuðul eggjar fólki at fylla tangarnar, meðan marknaðarprísurin fyri olju enn er høgur, stendur í viðmerkingunum frá Aksel V. Johannesen.

Sambært viðmerkinum hevur SEV sagt, at SEV hevur prístryggjað sína olju, og tí er óneyðugt at stuðla SEV. Harafturat er SEV somikið stórt og væl bjálvað til at klára sveiggj í marknaðinum.

Uppskotið hevur ikki verið til almenna hoyring. Uppskotið er tó gjørt í samráði við TAKS og oljufeløgini, sum selja bensin og diesel.

Upplýst verður, at seldar verða um 15 mió. litrar av bensini og 30 mió. litrar av diesel um árið, til bæði vinnu og privat. Kostnaðurin av at frítaka sølu av bensin og diesel fyri mvg fram til 31. juli 2026 er tengdur at, hvør prísurin er, býtinum millum privata og vinnuliga sølu, og nær lóggávan verður samtykt. Upplýsingar frá oljufeløgunum benda á, at nakað meira brennievni verður selt um summarið.

Talvan niðanfyri er ein roynd at rokna út kostnaðin av at frítaka sølu av bensin og diesel fyri mvg í tríggjar mánaðir.

##med2##

Víst verður á at tað kann hugsast, at landið fær aðrar mvg-inntøkur, um fólk keypa aðrar vørur fyri tað, sum tey spara í brennievni. Hinvegin er talan um tíðaravmarkaðan lætta, og tað verður ikki roknað við, at lættin broytir stórvegis um keypsmynstri hjá fólki.

Við frítøkuni verður lættin áleið 100 kr. til hvønn fyltan tanga. Hugsast kann tí, at nógv fylla sær tangan, áðrenn stuðulin gongur út.

Fíggjarmálaráðið metir, at kostnaðurin av frítøkuni er um 20 mió. kr. fyri landið.

Av tí at talan er um tíðaravmarkaðan stuðul, kann mvg-skipanin brúkast til at stuðla húsarhaldinum. Fíggjarmálaráðið vísir tó á, at tað kann vera óheppið at brúka mvg-skipanina til at veita stuðul, tí at undantøk og frádráttir í mvg-skipanini minka um avgjaldsgrundarlagið og gera skipanina truplari at fyrisita hjá bæði vinnu og myndugleikum.

Lagt verður afturat í viðmerkingunum, at landið longu hevur fingið hægri inntøkur frá mvg vegna hækkandi oljuprísir.