Uppskotið hjá samgonguni um at frítaka bensin og diesel fyri MVG næstu 3 mánaðarnar kostar heili 20 milliónir og rakar sosialt skeivt.
Samstundis sum húsarhald ikki eru umfataði, so fáa løgtingsfólk og turistar part av pengunum.
Og tá ganga vit út frá at prísirnir FARA at lækka, sum ikki er vist, tí í ringasta føri lirkar ABC samgongan bara 20 milliónir niður í lumman hjá oljufeløgini, tí ongin vissa er fyri, at prísirnir lækka samsvarandi við frítøkuna.
Omaná tað er tað soleiðis, at hendan samgongan, sum skuldi ganga á odda fyri breiðar semjur og at taka andstøðuna við, noktar at loyva andstøðuni at koma við góðum alternativum til verandi uppskoti, nemliga orkuískoytið og ferðastuðulin.
Allarhelst mann orsøkin verða, at mann ikki vil geva fólki høvi til at samanbera uppskotini, tí niðurstøðan um, hvat uppskot er frægari, er skjót at gera.
Vónandi er handalagið higartil ikki ein ábending um politisku kósina næstu 4 árini.
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður










