Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann fer at hava eina drúgva samrøðu við kinesiska forsetan, Xi Jinping, um kríggið í Iran.
Men hann sigur eisini, sambært Reuters, at hann ikki hevur brúk fyri hjálp frá Xi.
– Eg haldi ikki, at vit hava brúk fyri hjálp við Iran. Vit fara at vinna so ella so, sigur Trump.
Útsøgnin kom stutt áðrenn hann fór umborð á forsetaflogfarið, Air Force One, fyri at flúgva til Kina.
Hetta er fyrstu ferð, at Trump vitjar í Kina síðani 2017.










