Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin fingu eitt torført lutakast til hálvfinaluna í FINAL FOUR í Champions League.
Leygardagin 13. juni klokkan 17 skulu berlinarnir spæla hálvfinalu móti krútsterka oddaliðnum í bundesliguni, SC Magdeburg í Lanxess Arena í Köln.
Í fjør spældu Füchse Berlin og Magdeburg finaluna í Champions League. Hon endaði við 32-26 (16-12) sigri til Magdeburg.
Hákun stóð seg tó væl í finaluni, har hann saman við Mathias Gidsel gjørdist toppskjútti. Teir skutu sjey mál hvør.
Magdeburg hevur vunnið báðar dystirnar móti Füchse Berlin í bundesliguni hetta kappingarárið. 6. september vunnu teir 39-32 í Max Schmelling høllini í Berlin, og 28. mars vunnu teir 35-33 á heimavølli.
Í hinari hálvfinaluni hittast Aalborg og Barcelona.
Finalan verður leikt sunnudagin 14. juni klokkan 17.










