Adrian R. Justinussen hevur á fyrsta sinni roynt at vunnið ein dyst í donsku superliguni.
Adrian kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá lið hansara, AC Horsens á útivølli á Nature Energy Park leikvøllinum í Odense vann 2-1 á OB.
Tá Adrian kom á vøllin hevði Kristian Kirkegaard júst lagt Horsens á odda 2-1.
Horsens fekk annars eina ræðuliga byrjan. Longu í triðja minutti legði OB seg á odda við einum sjálvmáli. Sjey minuttir undan steðginum javnaði Yamirou Ouorou til 1-1.
AC Horsens hevur fýra stig fyri fýra dystir, og er í løtuni nummar sjey í deildini.
Komandi sunnudag klokkan 15 hevur AC Horsens dyst á heimavølli móti Lyngby.











