Ari Olsen var við frá dystarbyrjan, og hann var aftaná heiðraður sum: "Man of the match", tá hann og liðfelagarnir í Vendsyssel FF á heimavølli í Hjørring taptu 0-3 fyri AB í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
AB skoraði tey trý málini innanfyri 16 minuttir í fyrra hálvleiki. Árni Nóa Atlason var á beinkinum, men fekk ikki spælitíð fyri Vendsyssel FF í dag.
Ari var eisini besti leikarin hjá Vendsyssel, sambært Soccerstand. Har fekk hann karakterin: 7,3 (av 10 møguligum). Sofascore vóru ikki samdir við tey lokalu ella Soccerstand. Har var Ari triðbesti leikarin hjá Vendsyssel. Sofascore gevur Ara karakterin: 6,8.
Vendsyssel FF hevur tvey stig fyri fýra dystir, og teir eru triðaftast í deildini.
Komandi hóskvøld klokkan 18 hevur Vendsyssel FF dyst á heimavølli móti Hillerød.











