Tað endaði við 2-0 heimasigri, tá ið HB seinnapartin í Gundadali hevði vitjan av B68. Hetta var sætti sigurin á rað hjá Lukasz Cieslewicz og hansara monnum. HB er nú á triðja plássi við 33 stigum. Tað er eitt stig aftur til Víking, sum seinni í kvøld fer at spæla á Skála, og tað eru trý stig aftur til B36, sum í løtuni spælir í Sørvági.
HB vann 2-0, og soleiðis, sum tað myndaði seg, so hava teir á heimaliðnum orsøk til at iðra seg um, at teir ikki vunnu greiðari sigur, og teir á B68 liðnum hava orsøk til at vera nøgdir við, at teir ikki løgdu rygg til væl trivaligari tap.
Høvuðsorsøkin til, at HB var so greitt omaná, var, at B68 í 80 minuttir var undirmannað. Tað komst av, at Sebastian Lau Nielsen longu eftir 10 minuttir sá beinleiðis reytt kort fyri høvuðleysa takling mitt á vøllinum.
Tá var støðan 1-0. Sjey minuttir vóru farnir, tá ið miðvallarin Heini Fossdal Sørensen eftir sending frá væl upplagda vongverjanum í høgru Hera Hjalt Mohr setti bóltin í B68 málið.
Tíggju minuttir seinni varð 2-0. Málskjútti var Stefan Radosavljevic, sum setti bóltin í málið eftir sending frá Dan í Soylu, ið var aftur millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann var leikbannaður, tá ið HB mánakvøldið vann 2-0 í Klaksvík.
Luturin hjá toftamonnum var at renna aftaná og verja. Uppstillingin minti fyri tað mesta um 6-3-0, og B68 hevði onga roynd á málið hjá HB. HB hevði eina rúgvu av góðum støðum og fleiri heilt góðar málmøguleikar. Tórður Thomsen var stinnur millum B68 stólparnar, og tvær ferðir bjargaði B68 miðverjin Aron Reinert Hansen á málstrikuni.
B68 er undir niðurflytingarstrikuni, og um eina viku verður lykladystur í botnstríðnum, tá ið toftamenn fáa vitjan av Skála ÍF.
Næsti dystur hjá HB verður sunnudagin, tá ið 07 Vestur verður gestur í Gundadali.











