Margretha drotning er seinkað til Føroya, her hon skal vera á almennari vitjan um vikuskiftið. Ætlanin var, at drotningin skuldi koma til landið í gjárkvøldið, men ferðin var útsett orsakað av mjørka í Vágum.
Tað seinasta er, at Margreta drotning lendir í Vágum í morgun, og síðani er ætlanin at byrja almennu vitjanina við móttøku í Havn klokkan eitt. Tað segði Lene Moyell Johansen, ríkisumboðskvinna, við Kringvarpið í morgun.
Drotningin skal sum øll onnur vitjandi í Føroyum potast og kannast fyri covid-19, áðrenn hon fer undir almennu vitjanina. Thetis stendur fyri hesari kanning.
Almenna vitjanin hjá Margrethu drotning skal ætlandi byrja á Bursatanga í Havn, har Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, og Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, taka ímóti.