Í dag hevur Ásbjørg á Hálvmørk verið hjá Sjóvar kommunu við 545 undirskriftum frá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum. Við sær hevði hon eina áheitan á kommunustýrini við Skálafjørðin.
Áheitanin er soljóðandi:
Til bý- og bygdaráð, ið varða av læknasamstarvinum í Skálafjarðar læknadømi.
Undirritaður borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum vilja hervið staðiliga heita á bý- og bygdaráð í Sjóvar kommunu, Nes kommunu og Runavíkar kommunum um at varðveita núverandi skipan við tveimum læknaviðtalum í Heilsumiðstøðini á Strondum.
Vit meta, at núverandi bý- og bygdaráð eiga at viðurkenna og taka til eftirtektar, at samstarvsavtalan millum Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunur frá 2014 um at hýsa øllum viðtalum í læknadøminum í Heilsumiðstøðini í Runavík ikki hevur borið á mál.
Við nógv økta fólkatalinum í økinum - og harav økta talinum av læknum í læknadøminum - eru fyritreytirnar broyttar munandi, síðan avtalan varð undirskrivað í 2014.
Við verandi skipan við tveimum læknum í viðtaluhølunum á Strondum eru loksins útlit fyri, at vit kunnu fáa virðilig og støðug læknaviðurskifti, ið kunnu skapa tryggleika og góða heilsutænastu til okkum borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum.
Soleiðis verður sagt í skrivinum og áheitanini frá 545 borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum. Borgarstjórin í Sjóvar kommunu tók ímóti undirskriftunum, og hann lovaði at bera áheitanina víðari til kommunustýrið.











