Atli P. Dam aftur til heiður og æru í Hoyvík

Nýggj gøta í Hoyvík skal nú uppkallast eftir Atla P. Dam

 

 

Tá Tórshavnar kommuna fór at stykkja út í Hoyvíkshaganum varð avgjørt, at gøturnar skuldu kallast upp eftir løgmonnum. Høvuðsgøtan niðan til gøturnar eitur tí Løgmannabreyt. Fyrstu fýra gøturnar fingu nøvn eftir fýra teimum fyrstu løgmonnunum, Andras Samuelsen, Kristian Djurhuus, Petur Mohr Dam og Hákun Djurhuus, sum vóru deyðir tá. Næsta gøtan at fáa nøvn eftir løgmanni, var Maritugøta, eftir Maritu Petersen, sum doyði í 2001.

Hundraðtals fólk búgva í hesum gøtum. Men tá Atli P. Dam, sum doyði í 2005, skuldi uppkallast, var hann forfjónaður til ein lítla millumveg millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt. Ein gøta, har eingin hevði bústað og har eingin fer at fáa bústað.

Hetta verður nú broytt.

Úr gerðabókini hjá Tórshavnar býráð fyri býráðsfundin í gjár stendur, at politiskt ynski er, um Atlagøta verður strikað sum gøtunavn á verandi gøtu við hesum navni millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt.

Greitt verður síðani frá, at Atlagøta er í dag partur av gøtunum, sum liggja upp at Løgmannabreyt. Allar hesar gøturnar hava fingið navn eftir fyrrverandi løgmonnum.

Lesið eisini: Atli Dam fær nýggja gøtu í Hoyvík

Sambindingarvegurin millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt miðskeiðis á hesum vegum hevur fingið navnið Atlagøta, eftir Atla P. Dam, sum var løgmaður í tíðarskeiðunum 1970-1981, 1985-1989 og aftur 1991-1993. Hetta er tilsamans 16 ár, og er hann tí tann løgmaður, sum hevur sitið longst undir heimastýrisskipanini. 

 

##med2##

Tað verður hildið at vera óheppið, at vegurin, sum er nevndur eftir Atla P. Dam, er einasti vegur, har eingin bústaður/adressa er knýtt at vegnum. Skotið verður tí upp, at komandi høvuðsvegurin á økinum við nýggju stórhøllina á økinum við Stórutjørn fer at fáa navnið Atlagøta, meðan núverandi Atlagøta broytir navn. 

Eftir ætlan fer økið við stórhøllina at standa liðugt við árslok í 2024. Tí má navnaskiftið henda áðrenn hetta. Tí eigur tað at verða lagt fyri gøtunavnanevndina í Tórshavnar kommunu at finna nýtt navn til verandi Atlagøtu, áðrenn navnaskifti kann fremjast, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundinum í Havn í gjár.