Ein dystur er í kvøld leiktur í SMS-deildini.
Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Neistin tepran 28-27 sigur á Stjørnuni. Í steðginum var Neistin greitt á odda 16-11.
Neistin var á odda allan seinna hálvleik, men móti dystarenda át Stjørnan av leiðsluni, men tað manglaði avgerandi málið fyri at knógva eitt stig til heimaliðið.
Iuliia Nalivko var við seks málum toppskjútti hjá Stjørnuni. Við átta málum var Ró Reginsdóttir toppskjútti hjá Neistanum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Stjørnuna og Neistan, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##













