Fyrr í dag spældu føroysku U19-landsliðini hjá kvinnum og monnum venjingardystir móti Sámalandi á Tórsvølli.
Í báðum førum gjørdist talan um føroyskar stórsigrar.
U19-kvinnurnar vunnu 7-0. Í steðginum var støðan 6-0.
U19-mennirnir vunnu 4-0. Í steðginum var støðan 3-0.
Sámalendsku landsliðini spæla tveir dystir aftrat á Føroya-ferðini.
Leygardagin 31. januar:
Kl. 11:00 HB – Sámaland (U18/U19 dreingir)
Kl. 13:00 Føroyar – Sámaland (U19 gentur)
##med2##












