Aftur bardagar í Mogadishu

Batdagar eru brotsnir á ímillum stjórnarhermenn og uppreistrarmenn í somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu Nú eru aftur samanbrestir ímillum stjórnarhermenn og islamistiskar uppreistrarmenn í Mogadishu. Minst eitt fólk doyði í samanbrestunum í gjár.

Tað hava javnan verið bardagar ímillum islamistiskar uppreistrarmenn og stjórnarherin, sum fær hjálp úr grannalandinum Etiopia.

Tíðliga í ár tóku uppreistrarmenninir stórar partar av Somalia, men etiopiski stjórnarherurin rak teir burtur haðani. Bardagarnir í Mogadishu vísa kortini, at uppreistrarmenninir eru ikki bardir niður, skrivar Reuters.