Sjey bileigarar í høvuðsstaðarøkinum hava í nátt mist nummarpláturnar av bilinum. Tað er tí, at løgreglan – eftir boðum frá Akstovuni – hevur verið úti og tikið nummarplátur av bilinum, tí bileigarin annaðhvørt ikki hevur goldið trygging, vegskatt ella ikki verið til sýn við bilinum.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni.