Aftursvar til Kára Mikkelsen

Svar títt til mína grein ber brá av, at okkurt hóast alt hevur rakt teg. Men tað í sjálvum sær er positivt, ætlanin við einum orðaskifti er jú, at báðir ella allir partar siga nakað av týdningi.

Men at byrja tína grein við at gera meg til eksponent fyri ørskapin í áttatiárunum er eitt sindur langt úti, í øllum førum í samband við tað, sum hetta málið snýr seg um. Hetta vísir mær, at tú ikki altíð setir teg nóg væl inn í tey evni, sum tú viðgerð. Tað er rætt, at eg saman við øðrum, máttu taka á okkum eitt stórt upptak í 1989 og frameftir, men øll hendan gongdin hevur so nógv aspektir í sær, sum ikki hava við hetta orðaskifti at gera, men sum í øðrum sambandi kundi verið sera áhugavert. Annars kann eg upplýsa tær, at eg arbeiði við eini lýsing av hesum tíðarskeiði saman við øðrum politiskum upplivingum, eg havi havt. Men tær koma eina ferð seinri, helst um nakrar mánaðar, um annars lív og heilsa verður.

 

Viðv. Jacob Vestergaard

Tað eg fyrst og fremst vildi átala í tíni skriving um Jacob Vestergaard sum ein dýran drong, er tann vánaligi journalistikkur, sum liggur aftanfyri. Hetta mótprógvar tú heldur ikki í tínum aftursvari. Tú hevur bara gjørt upp, at Vestergaard hevur kosta landskassanum ca. 5 mio. kr. í samband við Jógvan S og Strandferðsluna. Einki um, hvat liggur aftanfyri og gongdina annars í báðum málunum. Tað, eg vildi vísa á, var, at í Jógvan S málinum var ein verulig politisk uppílegging í embætisførsluna hjá táverandi fiskimálaráðharra. Tað var sjálvt Løgtingið, sum legði seg út í málið, í fyrsta umfari gjøgnum landsstýrismálanevndina. Um Jacob Vestergaard tá spurdi nakrar floksfelagar til ráðs, veit eg ikki, eg var ikki til steðar á nakran hátt, men eg rokni við, at embætisverkið hjá honum ráðgav honum eftir bestu sannføring. Men sjálvandi, hann hevði ábyrgdina í síðsta enda. Aftaná kunnu vit ásanna, at hann hevði staðið betur, um hann ikki fylgdi boðunum frá landsstýrismálnevndini, men hevði noktað at strika fiskiloyvi, men so eisini við teim fylgjum, sum stóðust av at verða frákoyrdur sum landsstýrismaður av Løgtinginum. Men alt hetta er ikki við í tíni grein.

 

Viðvíkjandi skiparunum á Smyrli havi eg einki meira at siga – tú mótprógvar tað heldur ikki – enn at høvuðsmistakið liggur hjá fíggjarmálaráðnum, sum ikki ger sína skyldu, nevniliga at játta verandi skiparum at blíva í starvinum til teir fylla 70 ár. Harafturat eigur stjórin ikki at seta aðrar í starv, sjálvt um fíggjarmálaráðið hevur noktað, fyrrenn klagan frá skiparunum er viðgjørd av innlendismálaráðnum, og harafturat gangi eg út frá, at ráðini bæði, vildu veri so frætt at sær komin, at tey viðgjørdu málið saman. Tað, at løgmaður ikki hevur kannað viðgerðina í fíggjarmálaráðnum, er eitt brek í allari viðgerðini. Tað eg havi skrivað um hesi viðurskifti er ikki fyri at verja ein floksfelaga, men tí eg meti, at bæði saksviðgerð og fjølmiðlaviðgerð hevur verið skeiv og óhjálpin. Tað uttan mun til um persónurin er floksfelagi ella ikki. Tú nevnir eisini, at Fólkaflokkurin góðtók uppsøgnina av Vestergaard. Eg veit av góðum grundum einki um tað viðgerðina í flokkinum, annað enn, at hon tók drúgva tíð. Men flokkurin hevði væl valið ímillum at nokta at halda fram í landsstýrissamarbeiðinum ella at pjøssa sum frægast um arbeiðið seinastu vikurnar av valskeiðinum.

 

Sandoyartunnillin

Tú sigur, at tað er í speisemi, tú skrivar um Sandoyartunnillin sum eina dýra (heimsins dýrastu) gávu. Eg skrivaði, at tú gjørdi gjøldur burtur úr málinum. Tað er væl nøkulunda tað sama. Tað sum eg átalaði var, at við slíkari niðurgerandi skriving verður ein kíli settur millum Sandoyingar og føroyingar annars. Tú leggur upp til, at restin av Føroyum gevur eina gávu til Sandoyafólk. Tað er hetta eg meti at vera rasisma. Tað er ein farri av tí hugburði, at tey eru ikki líka nógv verd sum føroyingar annars.

 

Tá ið kostnaðurin verður gjørdur upp á hendan hátt, og bert skal roknast út uppá hvønn íbúgva í Sandoynni krakelerar alt tos um føroyska samhaldsfesti, og at allir íbúgvar landsins hava sama virði. Ein slík skriving hevur eisini tann vanda við sær, at hon kann øsa part fólkinum upp móti ætlanini og ímóti politikarum. Tí nevndi eg eisini øsingina, sum í síni tíð var móti keypinum av “Mortani Mols” og í langa tíð eisini móti Vága tunnlinum. Ja tá varð forrestin eisini ein landsstýrismaður koyrdur úr starvi, tí hann dittaði sær at arbeiða fyri at hesin tunnil skuldi gerast.

 

Eg eri ikki vitandi um, at KRIS skal missa sín stuðul, og tað vóni eg heldur ikki verður veruleiki. Eisini vóni eg, at ÍSB fær sín stuðul frá Landskassanum. Men at seta hesi mál upp í móti eini stórari og neyðugari íløgu er púra burtur við. Hesi eru ikki mótsetningar, men tvørtur í móti bæði skulu nýta frama.

 

Til seinast tínar viðmerkingar um Dagblaðið og Pinochet v.m.kann eg bert siga, at eg ongatíð havi tikið undir við diktaturleiðslum, hvørki í fasistiskum ella kommunistiskum ella øðrum londum. Tí nýti eg eisini mín demokratiska rætt til at skriva í Sosialinum og øðrum bløðum, eisini tá tað snýr seg um atfinningar móti fjølmiðlafólki og teirra viðgerð av málum og persónum.

 

 

Jógvan Sundstein

 

 

 

 

Aftursvar til aftursvar:

 

Les betri uppá, Jógvan Sundstein

 

Kári Mikkelsen + mynd

redaktiónsleiðari

Spennandi at fáa nýggjar pennavinir. Serliga tá hesir eru so óførir at skriva. Hesuferð havi eg verið serliga heppin, tí mín nýggi pennavinur, sum býr á flatlondum, hevur longu skrivað mær tvey brøv í bara tríggjar dagar. Hetta takka verið nýggju tøknini, har man ikki nýtist at sita og bíða í vikur, mánaðir ella kanska ár eftir posti sum í gomlum døgum, men kann senda brøv síni ígjøgnum teldu.

Ikki bert hevur mín nýggi pennavinur úr Danmark eftir øllum at døma góða tíð at skriva, hann er heldur ikki hvør sum helst. Tað vísir seg nevniliga, at hann einaferð hevur verið Føroya løgmaður. Eisini hevur hann verið bæði landsstýrismaður og løgtingsmaður. Bert knípur tað álvarsliga við minninum hjá hesum fyrrverandi stórpolitikara, tí frammalaga í omanfyri standandi brævinum til mín, skrivar hann: ”Tað er rætt, at eg saman við øðrum, máttu taka á okkum eitt stórt upptak í 1989 og frameftir, men øll hendan gongdin hevur so nógv aspektir í sær, sum ikki hava við hetta orðaskifti at gera, men sum í øðrum sambandi kundi verið sera áhugavert.”

Hov, hov, mín góði pennavinur; upptak eftir hvørjum? Tær sjálvum? Eg eri tíverri noyddur at minna teg á, at tú fyrstu ferð varð valdur á ting longu í 1970. Við vanligari høvuðrokning merkir hetta, at tú í 1989 hevði sitið heili 19 ár á Løgtingi, harav stóran part av tíðini sum formaður í flokki tínum, Fólkaflokkinum. Ein flokkur, sum bæði áðrenn og aftaná var við í teimum flestu samgongunum og harvið hevði medábyrgd av tí høvuðleysa politikki, sum varð førdur frá miðskeiðis í sjeytiárinum til síðst í áttatiárunum, sum júst var títt tíðarskeið. Hesin politikkur var beinleiðis orsøkin til tað fallitbúgv, sum onnur máttu taka upp eftir tykkum í nítiárunum. Úrslitið kenna vit. Ein djúp samfelagskreppa, sum bar í sær, at hundraðtals familjur og túsundtals fólk máttu flyta frá húsi og heimi og leita sær til Danmarkar ella aðrastaðni at byrja eina nýggja tilveru.

Tú ert eisini so fryntligur at upplýsa mær, at tú kemur “við eini lýsing av hesum tíðarskeiði saman við øðrum politiskum upplivingum, eg havi havt. Men tær koma eina ferð seinri, helst um nakrar mánaðar, um annars lív og heilsa verður.”

Ja, ja ... tað gleða vit okkum til, so sannleikan um politikkin hetta tíðarskeiðið einaferð med alla verður lýstur av eini uttanveltaðari keldu. Eg meini tað....

Eitt ger meg keddan. Tað er, at tú mín nýggi pennavinur ákærir meg fyri vánaligan journalistikk, bara tí eg greiði lesarum mínum frá, at partamaður tín – frákoyrdi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard – hevur kostað landskassanum útivið fimm mió. krónur fyri ivasama embætisførslu. Hetta eru skjalprógvaði tøl, sum eg havi fingið upplýst frá umsitingini. At tú so roynir at koma við øllum møguligum undanførslum og umberingum hansara vegna við at geva øðrum skuldina fyri mistøkini, ger ikki støðuna betri.

Eisini bert tú rangan vitnisburð; nevniliga tá tú skrivar, at “tað var sjálvt Løgtingið, sum legði seg út í málið, í fyrsta umfari gjøgnum landsstýrismálanevndina.” Og víðari skrivar tú: “Aftaná kunnu vit ásanna, at hann hevði staðið betur, um hann ikki fylgdi boðunum frá landsstýrismálnevndini, men hevði noktað at strika fiskiloyvið, men so eisini við teim fylgjum, sum stóðust av at verða frákoyrdur sum landsstýrismaður av Løgtinginum. Men alt hetta er ikki við í tíni grein.”

Hetta er beinleiðis ósatt, tí landsstýrismálanevndin gav ongantíð Jacobi Vestergaard boð um at taka fiskiloyvið aftur. Í frágreiðingini frá nevndini, dagfest 23. juni 2003, stendur:

“Tað er hereftir upp til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, løgmann ella Løgtingið at taka støðu til møguligar fyrisitingarligar, politiskar og rættarligar avleiðingar av frágreiðing og niðurstøðum landsstýrismálanevndarinnar.” Við øðrum orðum var tað fult og heilt upp til Vestergaard sjálvan, hvat hann kundi gera og ikki.

So mín góði pennavinur, eg má skuffa teg við at staðfesta, at tað ikki eri eg, men tú sum hevur gjørt eitt vánaligt “journalistiskt” arbeiði, men tvørturímóti tú, tí pástandur tín er beinleiðis skeivur.

Tað harmar meg eisini almikið, at tú framvegis leggur meg undir at hava rasistisk sjónarmið, bara tí eg loyvi mær at seta eitt roknistykki upp, hvat Sandoyartunnilin kostar, samstundis sum láturliga lítlar játtanir upp á ávikavist 100.000 og 200.000 krónur til góðgerandi felagsskapir sum ÍSB og KRIS eru strikaðar ella ikki komnar við á fíggjarlógaruppskotinum.

Fyri tað fyrsta hevur hetta onki sum helst við rasismu at gera, og fyri tað næsta eru vit føroyingar ein og sama rasa, so heldur ikki har hevur tú lisið nóg væl uppá, mín góði pennavinur.

Hinvegin frøir tað meg, tá tú í sambandi við Dagblaðið og Pinochet skrivar, at tú ongantíð hevur tikið undir við diktaturleiðslum. Bert spell, at tú í tíðini sum floksformaður ikki nýtti høvi at taka týðuliga frástøðu frá hesum, tá hetta veruliga hevði gjørt mun.

Men stóra tøkk fyri samskiftið; eg gleði meg at lesa komandi brøvini frá tær og vil somuleiðis gera mít ítarsta fyri at svara tær aftur skjótast og líka so høviskliga, sum hesar báðu fyrru ferðirnar.