Áhugin at seta búgv í Sunda kommunu er stórur

Síðan kommunurnar í Sundalagnum blivu til eina kommunu í 2005, hevur samanlagda Sunda kommuna havt støðugan fólkavøkstur at kalla øll árini

- Lyklatøl staðfesta, at áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum higartil í ár.

 

Soleiðis sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen.

 

Hann vísir á, at í 2025 seldi kommunan bert tvey grundstykkir. Í desembur 2025 samtykti býráðið at lækka kostnaðin á grundstykkjum, og hetta vísti seg at verða ein røtt avgerð, tí higartil í 2026 hevur Sunda kommuna selt 25 grundstykkir.

 

Fríggjadagin í farnu viku reisti Sp/f Bogi Hermansen fimm raðhús í Streymnesi, og ymiskar aðrar byggiverkætlanir av raðhúsum eru eisini í stoypiskeiðini komandi tíðina.

 

- Hetta letur eisini dyrnar upp fyri alternativum bústaðarmøguleikum í Sunda kommunu.

 

Síðan kommunurnar í Sundalagnum blivu til eina kommunu í 2005, hevur samanlagda Sunda kommuna havt støðugan fólkavøkstur at kalla øll árini.

 

- Árini aftaná Eysturoyartunnilin lat upp, noyddist kommunan tó at fyrihalda seg til ein nýggjan landafrøðiligan veruleika, hvat samferðslukervinum viðvíkur. Hetta sást eisini aftur í til og fráflytingini nøkur ár aftaná. 

 

1. august 2023 var fólkatalið í Sunda kommunu tað hægsta nakrantíð, tá búðu tað 1.851 fólk í kommununi.

 

- Síðan fór fólkatalið at minka, og 1. oktober 2025 var fólkatalið heilt niðri á 1.774 borgarum. Hóast almennu tølini hjá hagstovuni bert vísa per. 1. juli enn, tá tað búðu 1.811 fólk í kommununi, so kundi umsitingin í dag staðfesta, at tað per. 1. september 2026 búgva 1.831 fólk í Sunda kommunu.

 

Hetta er ein vøkstur á 57 fólk, síðan 1. oktober í fjør, og harvið hægsta fólkatalið í kommununi síðani áður nevnda metið í august 2023. 

 

- Góða gongdin við fólkatalinum sæst eisini aftur í skattainntøkunum hjá kommununi.

 

Borgarstjórin vísir á, at fyri fíggjarætlanina 2026 var væntaða inntøkan frá persónsskatti sett á 88 mió. krónur. Higartil í ár, fyri 8 mánaðar, er inntøkan hjá kommununi frá persónsskatti stívliga 62 mió. krónur.

 

- Framroknað vit væntaðu inntøkuna fyri 12 mánaðar, so kann roknast við einari inntøku á 93 mió. krónur í persónsskatti. Tað vil siga gott 5 mió. meira enn væntað. 

 

At kommunan selur nógv grundstykkir, hevur stóra tilflyting og hægri skattainntøkur setur eisini krøv til politisku raðfestingarnar komandi tíðina.

 

- Baksíðan á medaljuni í metsølu av grundstykkjum er, at tørvurin at útvega fleiri grundstykkir í kommununi er átroðkandi. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, hevur góðar skúlar, stovnar og frítíðar- og ungdómstilboð, so lunnarnir undir at menna kommununa enn meira eru lagdir.

 

Eyðstein Zachariasen vísir á, at nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd í løtuni, og tað er um dagarnar sera hugaligt at vera ein partur av býráðnum og seta kósina í Sundalagnum.

 

- Ert tú eisini áhugað/ur at seta búgv í Sunda kommunu? Set teg í samband við umsitingina á sunda@sunda.fo, ella við meklarafyritøkuna Skyn á skyn@skyn.fo. Tøk grundstykkir í Sunda kommunu síggjast eisini á heimasíðuni www.skyn.fo, sigur borgarstjórin, Eyðstein Zachariasen.

 

##med2##

 

Fríggjadagin í farnu viku reisti Sp/f Bogi Hermansen fimm raðhús í Streymnesi