Fýra bilførarar fingu klipp í Eysturoynni

Løgreglan skrivaði í gjár tríggjar bilførarar fyri ikki at nýta trygdarbelti og ein fyri at brúka fartelefon undir koyring.

Ferðsluløgreglan gjørdi í gjár kanningar í Eysturoynni.

 

Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tí teir ikki nýttu trygdarbelti. Ein fjórði bilførari fekk klipp fyri at brúka handhildna fartelefon undir koyring.

 

Harumframt fekk ein bilførari bót, tí at hann manglaði nummarplátuna framman.

 

Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um, at smálutir vóru stolnir úr einum persónbili.