Hetland kann skjóta fyrstu rakettina í rúmdina í ár

Týska rúmdarfelagið HyImpulse væntar at senda sína SR75-rakett á flog frá SaxaVord Spaceport í Hetlandi áðrenn árslok. Samstundis er kjak nú reist um, hvørjar møguleikar Føroyar hava innan rúmdarvinnu.

SR75-rakettin hjá týska felagnum HyImpulse hevði sína fyrstu væleydnaðu royndaruppskjóting á Koonibba Test Range í Suðuravstralia í 2024. Nú er ætlanin at gera næstu uppskjótingina frá SaxaVord Spaceport í Hetlandi. Mynd: HyImpulse

Hetland kann longu í ár skriva søgu sum nýggj rúmdarvinna í Evropa.

 

Týska felagið HyImpulse Technologies hevur boðað frá, at ætlanin framvegis er at senda SR75-rakettina á flog frá SaxaVord Spaceport á Unst áðrenn árslok.

 

Sambært felagnum eru júst fingnar 50 milliónir evrur frá privatum íleggjarum. Pengarnir skulu brúkast til at menna rakettvirksemið og fyrireika næstu uppsendingarnar.

 

Verður ætlanin hildin, kann hetta gerast fyrsta rakettuppskjótingin nakrantíð úr SaxaVord-rúmdarstøðini. Ein onnur týsk fyritøka, Rocket Factory Augsburg, hevði annars ætlanir um eina uppsending í august ella september, men hon er útsett uttan nýggja dagfesting.

 

SR75 hevði sína fyrstu royndaruppskjóting í Suðuravstralia í 2024.

 

Kjak eisini í Føroyum

 

Tíðindini koma samstundis, sum rúmdarvinna er komin á politisku dagsskránna í Føroyum.

 

Í gjár setti løgtingsmaðurin Bjarni Kárason Petersen landsstýrismanninum í vinnumálum ein skrivligan fyrispurning um, hvørjar møguleikar Føroyar hava innan rúmdarvinnu.

 

Hann vísir á, at Føroyar liggja landafrøðiliga væl fyri til bæði móttøkustøðir fyri fylgisveinadátur og møguligt annað rúmdarvirksemi.

 

HyImpulse sigur, at nýggi kapitalurin vísir álit frá íleggjarunum, og at felagið sær vaksandi eftirspurning frá bæði vinnuligum, almennum og verjutengdum kundum.

 

SaxaVord hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til nýggju kunngerðina.

 

Kelda: Shetland News.

 

SR75-rakettin hjá týska felagnum HyImpulse hevði sína fyrstu væleydnaðu royndaruppskjóting á Koonibba Test Range í Suðuravstralia í 2024. Nú er ætlanin at gera næstu uppskjótingina frá SaxaVord Spaceport í Hetlandi. Mynd: HyImpulse