Aksel heldur sjeyndu nýggjársrøðuna í kvøld

Tá løgmaður í kvøld hevur hildið nýggjársrøðuni er tað er bara ein løgmaður, sum hevur hildið fleiri nýggjársrøður enn Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen heldur nýggjarsøður 2023

Tað er tann sjeynda nýggjarsársrøðan hjá Aksel V. Johannesen, sum hann fer at halda fyri Føroya fólki í kvøld. Hann hevur áður hildið fýra røður, tá hann var løgmaður frá 2015 til 2019. Hetta er tann triðja í hesum valskeiðnum, og heldur samgongan skeiðið út, so verður tað hansara áttanda røða næstu ferð. Tá er tað bara Atil P. Dam, sum hevur hildið fleiri nýggjársrøðu, enn Aksel V. Johannsen.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er enn tann, sum er á øðrum plássi við sjey nýggjársrøðum. Men í kvøld verða Aksel V. Johannesen og Kaj Leo Holm Johannesen javnir, tá Aksel V. Johannesen heldur sjeyndu røðu sína.

 

Tað er bara ein røða, sum er løgliga ásett, at løgmaður skal halda. Tað er ólavsøkurøðan, sum er ásett í stýrisskipanini, har tað í grein 12 verður sagt, at á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og teimum ætlanum, sum landsstýrið hevur í ætlan at fremja.

 

Nýggjársrøðan er ein siður, sum tók seg upp nøkur fá ár eftir, at Útvarp Føroya fór at senda í 1957, har løgmaður nýggjársaftan hevur heilsað tjóðini.

 

Nógvu tey fyrstu árini vóru tað fleiri av spíssunum í samfelagnum, sum fingu høvi at tosa í mikrofonina. Umframt løgmann vóru tað eitt nú formaðurin í fiskimannafelagnum og reiðarafelagnum, stjórin í Fiskasøluni og eisini landbúnaðarráðgevin, Hans J. Jacobsen (Heðin Brú). Hann plagdi at taka til, at grasárið var av teimum frægu og viðhvørt lakari!

 

Seinni varð hetta broytt. Nú eru nýggjárssendingar, har fleiri av omanfyri nevndu taka lut. Siðvenjan, at løgmaður ber fram røðu, er framvegis, og tað er ilt at ímynda sær, at hon verður slept.

 

Tað er upp til løgmann sjálvan at gera av, hvat nýggjársrøðan skal snúgva seg um.

 

Júst nær tann fyrsta nýggjársrøðan, í tí formi vit kenna hana, hevur verið, vita vit ikki heilt, men í fyrsta Sosialinum eftir nýggjár í 1962 prentar Sosialurin røðuna, sum Petur Mohr Dam, løgmaður, helt nýggjársaftan í 1962.

 

Í 1957 var Kristian Djurhuus løgmaður, tá var hann eisini á nýggjárinum í 1958. Men í januar í 1959 tók Petur Mohr Dam við sum løgmaður og sat til januar í 1963.

 

Síðani tá hava hesir løgmenn hildið nýggjarsársrøður:

 

1963: Hákun Djurhuus

 

1964: Hákun Djurhuus

 

1965: Hákun Djurhuus

 

1966: Hákun Djurhuus

 

1967: Petur Mohr Dam

 

1968: Kristian Djurhuus

 

1969: Kristian Djurhuus

 

1970: Atli P. Dam

 

1971: Atli P. Dam

 

1972: Atli P. Dam

 

1973: Atli P. Dam

 

1974: Atli P. Dam

 

1975: Atli P. Dam

 

1976: Atli P. Dam

 

1977: Atli P. Dam

 

1978: Atli P. Dam

 

1979: Atli P. Dam

 

1980: Atli P. Dam

 

1981: Pauli Ellefsen

 

1981: Pauli Ellefsen

 

1982: Pauli Ellefsen

 

1983: Pauli Ellefsen

 

1984: Pauli Ellefsen

 

1985: Atli P. Dam

 

1986: Atli P. Dam

 

1987: Atli P. Dam

 

1988: Atli P. Dam

 

1989: Jógvan Sundstein

 

1990: Jógvan Sundstein

 

1991: Atli P. Dam

 

1992: Atli P. Dam

 

1993: Marita Petersen

 

1994: Edmund Joensen

 

1995: Edmund Joensen

 

1996: Edmund Joensen

 

1997: Edmund Joensen

 

1998: Anfinn Kallsberg

 

1999: Anfinn Kallsberg

 

2000: Anfinn Kallsberg

 

2001: Anfinn Kallsberg

 

2002: Anfinn Kallsberg

 

2003: Anfinn Kallsberg

 

2004: Jóannes Eidesgaard

 

2005: Jóannes Eidesgaard

 

2006: Jóannes Eidesgaard

 

2007: Jóannes Eidesgaard

 

2008: Kaj Leo Holm Johannesen

 

2009: Kaj Leo Holm Johannesen

 

2010: Kaj Leo Holm Johannesen

 

2011: Kaj Leo Holm Johannesen

 

2012: Kaj Leo Holm Johannesen

 

2013: Kaj Leo Holm Johannesen

 

2014: Kaj Leo Holm Johannesen

 

2015: Aksel V. Johannesen

 

2016: Aksel V. Johannesen

 

2017: Aksel V. Johannesen

 

2018: Aksel V. Johannesen

 

2019: Aksel V. Johannesen

 

2019: Bárður á Steig Nielsen

 

2020: Bárður á Steig Nielsen

 

2021: Bárður á Steig Nielsen

 

2022: Aksel V. Johannesen

 

2023: Aksel V. Johannesen

 

2024: Aksel V. Johannesen

 

Nýggjársrøðan hjá Aksel V. Johannesen verður send beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi hjá Kringvarpinum klokkan 19 í kvøld.

 

Aksel V. Johannesen heldur nýggjarsøður 2023