Alda Mohr Eyðunardóttur hevur verkstovu á Listasavni Føroya

11- 12. september og 18-19. september verður verkstova fyri ung millum 13-19 ár við Aldu Mohr Eyðunardóttur á Listasavni Føroya

Kom og skapa títt egna verk og lær um tilfar, um at arbeiða kreativt og um list.

 

Í samstarvi við listakvinnuna Aldu Mohr Eyðunardóttur skipar Listasavn Føroya fyri kreativari verkstovu í døgunum 11.-12. og 18.–19. september. Verkstovan er skipað sum eitt skeið, ið fevnir um fýra dagar, fyltir við eini spennandi skrá.

 

Listasavnið skrivar, at pláss er fyri 25 luttakarum. Til ber at tekna seg til verkstovuna við at senda ein meyl til info@art.fo. Viðmerk navn og aldur. 

 

Alda Mohr Eyðunardóttur er nýliga útbúgvin á Kunstakademinum í Keypmannahavn og hevur royndir við nýggjastu lærutilgongdunum innan list. Endamálið við verkstovuni er at geva listaáhugaðum ungum innlit í arbeiðhættirnar hjá einum ungum yrkislistafólki og at styrkja listaliga tilvitið. Vit fara at arbeiða praktiskt við at skapa verk og fara eisini at práta um list og um at skapa týdning við einum listaverki.

 

Tað er ókeypis at luttaka á verkstovuni.

 

Statens Kunstfond, Huskunstnerordningen, hevur stuðlað verkstovuni.

 

Endamálið við Huskunstnerordningen er at geva børnum og ungum upp til 25 ár møguleika fyri at møta einum yrkislistafólki og fáa innlit og royndir við listaligum arbeiðsháttum.