Alina hevur líka síðani hon kom til Stjørnuna verið mett sum ein av bestu kvinnuligu spælarunum í landinum, men hetta kappingarárið verður hon ikki at finna í Stjørnuni. Alina hevur nevniliga valt at skifta til Tjaldur, sum hon skal hjálpa upp í bestu deildina. Sostatt missir Stjørnan ein av sínum dyggastu stuðlum til kappingina, sum liggur fyri framman.