Allan Tungá verður kropsligur venjari hjá B36

Skal taka sær av kropsligu venjingini hjá fleiri árgangum

B36 skrivar á facebookvanga sínum:

 

- Allan fær høvuðsábyrgdina av kropsligu venjingini.

 

Allan Tungá er aftur í B36 sum kropsligur venjari. Næstu tvey árini fer hann at vera kropsligur venjari hjá besta mansliðnum, umframt at hann fer at skipa styrkivenjingarnar í øllum árgangum niður í U13.

 

Jákup á Borg, ítróttastjóri, fegnast um, at Allan nú er aftur í B36-húsinum.

 

- Hann hevur arbeitt her fyrr við góðum úrslitum, so hann kennir húsið innanífrá. Allan er dugnaligur og nærlagdur, og hann hevur eisini drúgvar og fjølbroyttar royndir í fakinum, sigur hann.

 

Allan Tungá, sum eigur og rekur ATU Performance, hevur seinastu fýra árini verið í B68. Hann er í løtuni eisini kropsligur venjari hjá U21-landsliðnum.

 

B36 takkar samstundis Svein Rógva Nielsen, sum hevur havt hesa uppgávuna um hendur seinasta árið, fyri gott samstarv. Skrivar B36.