Tað stendur einki til hjá Ingu Mariu Roysdóttir, Natasju Hammer og teirra liðfeløgum í stríðnum at bjarga plássinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Stjarnan tapti í kvøld í triðja upp- og niðurflytingardystinum móti Grótta heili 26-35. Í steðginum var Grótta á odda 16-11. Hetta merkir, at samlaða støðan í uppgerðini er 2-1 til Grótta.
Vinnur Grótta fjórða dystin, ið verður leiktur á Seltjarnarnesi komandi sunnudag klokkan, so flytur Stjarnan niður í næstbestu deildina.
Inga Maria (myndin) skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og hon legði upp til fimm mál (assist). Natasja skoraði trý mál upp á seks málroyndir, og hon legði upp til heili níggju mál.











