- Allir bøndur eru í vanda

Føroya størsti seyðabóndi stúrir fyri avleiðingunum, um bóndin í Djúpadali verður dømdur.

Føroya størsti seyðabóndi stúrir fyri avleiðingunum, um bóndin í Djúpadali á Sandoynni verður dømdur.

 

- Hetta er eitt ógvuliga prinsipielt mál, og eg undrist yvir, at djóralæknin tulkar hetta sum eitt lógarbrot, tá talan veruliga er um eitt syndarligt óhapp.

 

Tað sigur Jóhan Jógvansson, festari í Saksun og størsti seyðabóndi í Føroyum. Hann sigur hetta í kjalarvørrinum av, at ákæruvaldið hevur reist ákæru um brot á djóraverndarlógina móti eigaranum av seytjan seyðum, sum doyðu við Stóravatn í Sandoynni. 

 

Saksunarbóndin metir, at málið kann fáa óhepnar fylgjur fyri allar føroyskar bøndur, um eigarin í hesum førinum verður dømdur.

 

- Eg meini, at talan er um eitt gamalt summarhús, sum ikki er frámatrikulerað, og har eigarin hevur - eftir at húsið bleiv forlátið - havt tað opið til seyðin at kroka í. Seyðurin var farin inn í húsini at kroka, tá vindurin blásti hurðina aftur, ið var tryggjað við einum stórum betongsteini.

 

Saksunarbóndin vísir á, at betongsteinurin var bara ikki nóg mikið til tann kolandi stormin sum var, men hurðin var tryggjað eftir bestu sannføring. Tí metir hann, at talan er um eitt hendiligt óhapp, ið kann henda fyri øll.

 

- Tað eru nógv fólk, ið øsa seg upp um hetta málið, men tey kenna ikki til seyðahald í Føroyum. Her eru víðar víddir, og tað er ómøguligt hjá einum bónda at halda eftirlit við øllum.

 

Tí heldur saksunarbóndin, at um eigarin verður dømdur fyri hetta, so eru allir bøndur í Føroyum í vanda, tí tað ber snøgt sagt ikki til at hava eftirlit við øllum seyðinum alla tíðina.

 

Sjálvur eigur Jóhan Jógvansson 700 áseyðir, ið ganga á 2500 hektar av jørð. Í alt hevur hann eftirlit við trimum hagum, harav tveir teirra eru lættir at koma til. Við so nógvum seyði í einum so stórum øki kann tað vera torført at vita, hvar allur seyðurin er.

 

- Í Føroyum vita bøndur ikki, hvar allur seyðurin er alla tíðina. Seyðurin hjá mær kemur eisini gangandi inn móti bygdini, og her eru gomul hús og neyst, ið eg ikki eigi.

 

Bóndin vísir á, at tað er vónleyst hjá honum at vita, um nakrir seyðir eru farin inn í eitt av hesum húsum. Tað ber heldur ikki til at ganga inn í hús hjá øðrum fyri at vita, um onkur seyður er farin innar.

 

- Eg havi eisini fleiri ból og úthús sjálvur og kann heldur ikki garantera, at ein hurð ikki fer upp av misgáum - ella at munnin á einum bóli dettur saman, meðan seyður er inni.

 

Jóhan Jógvansson vísir eisini á tveir tilburðir, ið kunnu samanberast við tað, sum hendi við Stóravatn í vár.

 

- Fyri nøkrum árum síðan hendi eitt líknandi óhapp í eini rætt. Tá høvdu menninir stongt rættina, fyri at seyður ikki skuldi sleppa inn og møguliga ikki sleppa útaftur. Lítið nyttaði, tí tá menninir komu aftur, lá deyður seyður í rættini.

 

Bóndin vísir á, at tá var seyðurin lopin uppum, men megnaði ikki at sleppa útaftur. Tí steingir man ikki rættir í dag.

 

- Hitt dømi er um mann, ið átti neyst. Hurðin í neystinum var í ringum standi, og hol var komin í hurðina. So, eigarin setti eina plátu fyri hurðina, fyri at kríatúr ikki skuldu sleppa inn. Tað eydnaðist tó seyði at trýsta seg innum plátuna í neðra, men tá seyðurin var innkomin, slapp hann ikki út aftur. Sostatt doyði eisini tann seyðurin. 

 

Og saksunarbóndin heldur fram:

 

- Hetta eru tvey dømi um, at slíkt er vónleyst at verja seg ímóti. Tað er øðrvísi, um tú hevur fimm seyðir gangandi á eini trøð, men tá tú hevur seyð gangandi í haganum, so er støðan ein heilt onnur, sigur Jóhan Jógvansson at enda.